Skilmálar og haldstreytir
Uppkast – skal góðkennast áðrenn vit byrja.
1. Royndartíð
Tá ið tú stovnar eina kontu, fært tú 14 dagar ókeypis við fullari atgongd. Einki gjaldskort krevst, og einki verður kravt, um tú ikki velur eitt hald.
2. Hald og prísir
- Mánaðarligt hald: 20 kr um mánaðin.
- Árligt hald: 192 kr um árið (20% avsláttur).
- Stovnslimatilboð: 149 kr fyrsta árið, bert fyri tey fyrstu 20 limirnar. Haldið verður síðani endurnýggjað til vanligan ársprís.
3. Endurnýggjan og uppsøgn
Haldið verður endurnýggjað sjálvvirkandi við enda á hvørjum tíðarskeiði. Tú kanst siga haldið upp nær tú vilt; tú hevur atgongd til enda á tíðarskeiðinum, sum longu er goldið.
4. Uppskriftir, ið limir leggja inn
- Tú mást hava rætt til tekst og myndir, sum tú leggur inn. Uppskriftir avritaðar úr bókum ella av øðrum heimasíðum mugu ikki leggjast inn uttan loyvi.
- Útgávur av øðrum uppskriftum vísa altíð til upprunauppskriftina.
- Umsitarin kann fjala ella strika innihald, sum brýtur hesar reglur.
- Vilt tú hava eina uppskrift tikna burtur, skriva til okkum á sambandssíðuni.
5. Løn til høvundar
Umsitarin kann geva høvundum av vælumtóktum uppskriftum ein ókeypis mánað, sum verður lagdur afturat næsta gjaldi.
